Ólavur Clementsen

Føðingardagur: 29-7-1935
Adressa: millum Gilja 127, 188 Hoyvík, Føroyar
Telefon: 319095
Útbúgving: Landmlari

Útgávur:




Úr Rithøvundabókini
Ólavur Clementsen
er føddur á Sandi 29. juli 1935. Foreldur hansara eru Kristian Clementsen, f. 1904 á Sandi, og Jacobina Nielsen (1902 - 1993), fødd í Kvívík. Tey búsettust á Klovanum, har Ólavur vaks upp sum næstelstur av 5 systkjum.

15 ára gamal fór hann í preliminerskúla á VBV í Havn, og hann helt fram á studentaskeiðinum har og tók studentsprógv í 1954.

Á heysti sama ár varð hann settur í starv á Matrikulstovuni sum landmálaranæmingur, og í 1958 fór hann til Noregis at útbúgva seg innan landmáling og útskiftingararbeiði. Hann tók prógv sum útskiftingarkandidatur í 1961 á Norges Landbrukshøgskole í Ås. Sama summar settur sum landmálari á Matrikulstovuni, har hann hevur arbeitt síðani sum landmálari og útskiftingarformaður og síðan januar 1995 sum stjóri.

Ein høvuðsuppgáva á Matrikulstovuni í hansara tíð hevur verið at fáa landið matrikulerað bygd fyri bygd, t. v. s. at fáa skrásett allan fastan eigindóm í Føroyum. Ein onnur uppgáva er at skifta út ella at samla teir spjaddu eigindómarnar í størri eindir. Hesi arbeiði hava havt við sær, at hann er komin víða um í landinum og í samband við nógv fólk í øllum bygdum og býum, og hetta kann síggjast aftur í tí, sum hann hevur skrivað.

Ólavur giftist 20. oktober 1962 við Katrin Mikkelsen úr Klaksvík, og tey fingu tríggjar synir: Helgi f. 1963, Kristian f. 1964 og Sofus f. 1964.
Hann giftist aðru ferð 22. januar 1976 við Margretu Trondesen úr Havn, og tey eiga dóttrina Sissal f. 1976.

Bókmentaligt avrik:
Søga og skemt av Sandi, 284 bls., ið kom út í 1981. Bókin greiðir frá søguligum hendingum frá eldri og nýggjari tíðum, frá táttayrkingum og skemti.

Skopun 150 ár, 31 bls. Í 1983 vóru liðin 150 ár, síðan niðursetubygdin Skopun varð grundað, og tá gav hann út henda bókling, ið viðger eldru søguna hjá hesi bygd.

Harumframt hevur hann skrivað greinir og stubbar við søguligum innihaldi:

Varðin bind 46, hefti 1 - 2: Traðagarður í søgu og søgn; Varðin bind 48, hefti 1 - 2: Hesturin hjá okkum; Landinspektøren desember 1981 (serhefti um Føroyar): Matrikulering på Færøerne; Mondul 1983, hefti 2: Útbingatriðingur á Sandi; Mondul 1984, hefti 2: Norðbingatriðingur og Traða - Sandatriðingur; 14. September 1991 - 1993: Søgustubbar, (66 í tali, úr ymsum støðum í landinum); Fróðskaparrit 1994: Jóannes í Króki - liv og virke.

Tilskrift: millum Gilja 127, 188 Hoyvík. Tlf. 319095