Absalon Absalonsen

Føðingardagur: 20. juli 1939
Adressa: Vágur
Útbúgving: Skipari

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png




Um Absalon Absalonsen
Absalon Absalonsen er føddur í Vági 20.juli í 1939, har hann vaks upp og búði, til hann flutti til Havnar í 1996.

Foreldur hansara vóru Marius Absalonsen ættaður av Viðareiði og Frida fødd Mikkelsen ættað úr Vági.
Absalon tók premilinerprógv í Vágs skúla á vári 1955 og fór til skips sama summarið.

Í 1961 tók hann skiparaprógv í Havn og hevur síðani siglt sum yvirmaður, mestu tíðina sum skipari, til hann gavst á sjónum í september 2006.
Hann var við fiskiskipum til 1997 og átti sjálvur skip í umleið 10 ár, hann førdi trolarar í Grønlandi í umleið 12 ár.

Seinastu árini hevur hann ført skip í frálandavinnu.

Útgávur
Í 2000 umsetti Absalon bóklingin George Müller, sum forlagið Leirkerið gav út.

Á forlagnum Løkur Lítli, sum Absalon sjálvur eigur, hevur hann givið út fylgjandi rit, ið hann sjálvur hevur skrivað.

2000 Yrkingasavnið Løkur Lítli

2004 Skaldsøguna Hjálpt úr neyð

2005 Skaldsøguna Sornhúsfólkini (framhald av Hjálpt úr neyð)

2006 Ævisøguna Jóan Petur hjá Mouritsi

2008 Umsett og givið út dokumentarsøguna Ein minnilig nátt - søgan um Titanic - eftir Walter Lord


Grein: ”Uppreisn Harrans Jesusar, raðfylgjan av hendingum” í Skáanum í Dimmalætting 23. mars 2002.