Marianna Debes Dahl

Føðingardagur: 24-11-1947
Adressa: Bóndabrekka 11 100 Tórshavn
Telefon: 314452
Útbúgving: Lrari

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png




Úr Rithøvundabókini
Marianna Debes Dahl
f. í Vestmanna 24. 11. 1947. Foreldur: Louisa Mohr og Hans Debes Joensen. Ættað av Sandi, úr Havn, Hoyvík og Kaldbak. Flutti til Havnar í 1949. Gekk í barnagarði og skúla hjá Fransiskanarasystrunum í Havn. Fór 12 ára gomul niður á Marie Mørks kostskúla í Hillerød. Tók realprógv haðani í 1964 og fór síðan til USA eitt ár sum AFS - studentur. Tók studentsprógv á Toftegaards Statskursus í Keypmannahavn í 1967. Las fagrar bókmentir við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn í tvey ár, fór síðan aftur til Føroya at búgva. Giftist í 1969 við Árna Dahl, fekk tvey børn, Tótu í 1970 og Teit í 1972. Tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1975. Verið lærari á Venjingarskúlanum í Havn, á Føroya Fólkaháskúla, í Tjørnuvík og í Hattarvík. Verið leysliga knýtt at og gjørt sendingar til útvarpið. Starvast í løtuni á Føroya Náttúrugripasavni sum hjálparfólk og savnslærari.

Felagsarbeiði: ein av teimum, ið endurstovnaðu Filmsfelagið, og limur í nevndini, til felagið sovnaði aftur, nevndarlimur í fleiri ár og formaður eitt ár í Rithøvundafelagnum, í tvey ár formaður í Listafelag Føroya, umboð rithøvundafelagsins í Listafólkasambandinum, fleiri ár skrivari í starvsnevndini í Listafólkasambandinum. Partur av tí lítla blaðbólkinum, sum frá 1983 til 1993 gav út blaðið "Fríu Føroyar", hvørs undirheiti var : Friður, sosialistiskt tjóðveldi og umhvørvisvernd. Ummælti hesi ár framførslur (tónleik/sjónleik) og framsýningar (pennaheitið í blaðnum: mdd, d og m).