Zacharias Wang

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png






..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Zakarias Wang
er føddur í Soylugørðum í Kaldbak tann 23. august 1940. Foreldur: Poul, bóndi, f. 1908, og Elsebeth Christina (Ebba), f. 1915. Foreldur pápans vóru Sakaris í Soylugørðum og Marin Mohr úr Niðristovu í Hoyvík. Foreldur mammuna vóru Hans Simonsen uttan fyri Garðar í Hoyvík og Sanna Joensen úr Innistovu í Mykinesi. Hann er næstelstur av fimm systkjum, hini eru Eyðun, Sølvá, Hanus og Mourits. Giftur við Margit Svarrer, tannlækna, úr Bylderup Bov í Norðurslesvík, og hava tey tvær døtur, Ullu, f. 1966 og Elin, f. 1970.

Eftir barnaskúlan í Kaldbak fór hann í 1954 á VBV í Havn. Tók preliminerprógv í 1956 og nýmálsligt studentsprógv í 1958. Var ferðalærari í Norðradali og Syðradali 1958/59. Las 1959/65 stjórnmálafrøði á universitetinum í Århus og fekk í 1965 prógv sum cand. scient. pol. Arbeiddi í Keypmannahavn 1965/67 og hevur síðan 1967 starvast á Føroya Studentaskúla í Hoyvík. Fekk 1971 pedagogikum á Viborg Katedralskúla og hevur síðani 1972 verið lærari í samfelagsfrøði. Var í 1962 á EF - skeiði í Haag, í 1963 á ST - skeiði í Genéve, í 1964 kontaktstipendiatur á Uppsala Universiteti, í 1970 á íslendskum námsskeiði á Háskóla Islands, og á sumri 1986 á skeiði í grønlendskum máli og mentan á Ilisimatusarfik í Nuuk. Var í Tórshavnar uttanbíggjar bygdaráð 1977 - 1978 fyri Hoyvík, 1981 - 88 í Tórshavnar býráð fyri tjóðveldisflokkin.

Skrivaði í 1965 bóklingin Heimastýri, sum Mentunargrunnur Studentafelagsins í Keypmannahavn gav út. Í 1966 skrivaði hann saman við Árna Olafsson bóklingin Message from the Faroese Students, sum eisini kom út á fronskum, og sum Meginfelag Føroyskra Studenta gav út. Í 1974 gav hann á egna forlagi sínum Futura út bókina Hvat hendir á bygd, sum er týdd eftir tí norsku Hva sker i Nord - Norge, sum Ottar Brox hevur skrivað 1965. Í 1978 gav Føroya Skúlabókagrunnur út týðing hansara av leikinum hjá Henrik Ibsen Eitt dukkuheim. Í 1988 gav hann á forlagnum Futura út bókina Stjórnmálafrøði, og kom hon í 1989 í nýggjari útgávu, men tá hevði forlagið skift navn og æt Stiðin. Í 1992 gav hann saman við Annfinni í Skála og Jonhardi Mikkelsen út Ensk - føroyska orðabók. Hon kom út í 1993 í eini 2. útgávu og harumframt í einari teldutøkari útgávu. Gav somuleiðis í 1993 út bókina Bergen - unionen og EF - union. Hevur ritstjórnað bókina Føroyar nú og komandi, sum tjóðveldisflokkurin gav út til valið í 1970, og Taxationsprotokol 1873, sum P/F Blaðstarv gav út í 1973.

Hevur skrivað grein um heimastýri í bókini Færinger - frænder, sum Anders Ølgaard ritstjórnaði í 1968. Í bókini Ja/nej EEC, sum Radikal ungdom gav út í mars 1972, skrivaði hann greinina Det færøske folk siger nej til EEC.

Nevndarlimur í rithøvundafelagnum 1993. Formaður í felagnum Føroysk Forløg 1992 og limur í stýrinum fyri Fjølrit 1992.
Tilskrift: Hornavegi 16, 188 Hoyvík. Tlf. 311589.