Turið Sigurðardóttir

Føðingardagur: 12-08-1946
Adressa: Leivsgøta 4,Tórshavn
Telefon: 310471
Útbúgving: Cand.mag

Útgávur:


..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png










..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Turið Sigurðardóttir
fødd 12.08.1946 í Keypmannahavn. Uppvaksin í Havn. Foreldur: Sigrið av Skarði Joensen og Sigurð Joensen. Dóttir: Leyvoy Joensen, f. 1967. Tók B.A. - prógv í íslendskum máli og bókmentum og almennari bókmentasøgu við Háskúla Íslands 1976 og magistaraprógv í almennari bókmentafrøði við Keypmannahavnar universitet 1987. Hevur starvast á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya 1976 - 78 og aftur síðan 1986.

Rit og greinir: Læribók í íslendskum fyri almenning og hægri skúlar: Turið S. Joensen: Lærið íslendskt 1 (mállæra v./ bandi). Lærið íslendskt 2 (tekstir og orðasavn), Føroya Skúlabókagrunnur 1987.
- Valt evnið í bók við føroyskum stuttsøgum eftir 1980 í nýnorskari týðing og í somu bók skrivað um føroyska nútíðarprosa: Fyrsta ferda bort. Færøyske noveller. Omsett og redigert av Gudlaug Nedrelid, Turið Sigurðardóttir og Idar Stegane. Det norske Samlaget 1993.
- Ritgerð um stríðið móti donsku mentanarimperialismuni - eitt politiskt kapittul í føroyskari bókmentasøgu: "Eftirmæli" í: Robinson Kruso, Bókadeild Føroya Lærarafelags 1990.
- Bók um lív og virki hjá Sigerti Patursson: Sigert, Ungu Føroyar 1994.
- Greinir um bókmentir í Varðanum, Brá, Tímariti máls og menningar, Syn og Segn, Samtiden, Kindlers Lexikon der Weltliteratur og aðrastaðni.
- Bókaummæli í Brá 1982 - 93.

Ritstjórn:
Í ritstjórn á Brá 1982 - 93.
Greitt til prentingar: Sigurð Joensen: Eg stoyti heitt 1 - 2, Mentunargrunnur Studentafelagsins 1987. - Sigert Patursson: Á ferð í Sibiriu, Sigrið av Skarði Joensen føroyskaði, Ungu Føroyar 1994. - Turið Sigurðardóttir: Sigert, Ungu Føroyar 1994.

Týðingar:
Prentaðar týðingar.
Bøkur: Halldór Laxness: Salka Valka 1, Emil Thomsen 1972, Salka Valka 2, Emil Thomsen 1978. Astrid Lindgren: Pippi Langsokkur, Bókadeild Føroya Lærarafelags 1993, Pippi fer um borð, Bókadeild Føroya Lærarafelags 1995.
Stuttsøgur: Ólavur Jóhann Sigurðasson: "Stjørnurnar í Konstantinopel", Varðin I - II, 1978. Svava Jacobsdóttir: "Søga fyri børn", Varðin I - II 1979, "Veitsla undir grótveggi", Brá 1, 1982. Líney Jóhannesdóttir: "Illveðursnátt", Brá 1, 1982. Kristján Jóh. Jónsson: "Skilið", Brá 4, 1983. Alexandra Kollontaj: "32 síður", Brá 8, 1986. Álfrún Gunnlaugsdóttir: "Av mannaávum", 14. september, 26.01.1991. Halldór Laxness: "Jógvan í breyðhúsi", Brá 12, 1988.

Týðingar í Útvarpi Føroya:
Stefán Jónsson: Mangt stuttligt kann henda, 1982, Børn eru skilafólk, 1984. Maria Gripe: Josefina, 1985, Josefina og Hugo, 1987.
Tilskrift: Hetlandvegi 3, 100 Tórshavn. Tlf. 310471