Eg skrivi 2 skrivligt føroyskt til miðdeild


Forlag: Føroya Skúlabókagrunnur
Útgávuár: 2004
Prísur: 112.00
ISBN: 99918-0-353-x
Rithøvundi: Gunnvá Dam
Evni: Skúlabøkur, føroyskt mál
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 49

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Hetta er onnur bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Eg skrivi 1 kom út á sumri 2003. Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi. Í hesari bókarøðini eru mállæruuppgávur, fyrisagnir, uppgávur til fyrisagnir, aftursagnir og ymiskar stuttligar uppgávur. Fyrisagnirnar eru eisini gjørdar sum innskrivingarfyrisagnir á ymiskum torleikastigi og eru í einum serstøkum hefti lagdar hjá útgávuni. Vegleiðing er skrivað í hvørjari bókini sær. Í vegleiðingini verður greitt frá, hvussu høvundurin hugsar sær, at arbeiðast kann við teimum ymisku síðunum. Endamálið við EG SKRIVI-heftunum er at stuðla og eggja næmingunum til at kunna seg væl og virðiliga um tað føroyska málið, so tað fellur teimum lætt og raðið at orðbera seg á góðum og tíðarbærum máli, bæði í talu og í skrift.