Nei segði lítla Skrímsl


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2004
Prísur: 40.00
ISBN: 99918-1-398-5
Rithøvundi: Rakel Helmsdal
Evni: Smábarna- myndabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 32


Samandráttur
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út barnabókina Nei! segði lítla skrímsl. Bókin kemur út samstundis í Danmark, Íslandi, Svøríki og Føroyum.
Hetta er søgan um lítla skrímslið, sum ræðist stóra skrímslið. Stóra skrímslið vil altíð ráða, tað maksar á myndirnar hjá lítla skrímsli, og nápar pengar frá skrímslamammuni. Og lítla skrímslið torir einki at siga. Men so ein dagin kemur vend í....

Bókina hava Kalle Güettler úr Svøríki, Rakel Helmsdal úr Føroyum og Áslaug Jónsdóttir úr Íslandi skrivað. Kalle og Rakel eru royndir rithøvundar og Áslaug er kendur teknari. Hevur eitt nú teknað framúr vøkru tekningarnar í Søguni um bláa knøttin, ið hevur fingið Barnabókavirðisløn Útnorðurs. Teksturin og tekningarnar í søguni um lítla skrímslið eru vorðin til á einum skeiði fyri barnabókarithøvundar, sum var í Svøríki fyri trimum árum síðani, har rithøvundar og teknarar í felag skuldu evna eina bók. Norðurlendsku forløgini hava tikið væl ímóti bókini, Edda í Íslandi, Bonniers í Svøríki og Danmark, og Bókadeild Føroya Lærarafelags í Føroyum.