Úr Gjáar søgu - Barnaminni 2


Forlag: Búgvin
Útgávuár: 1998
Prísur: 298.00
ISBN: 99918-918-2-x
Rithøvundi: Petur Jacob Sigvardsen
Evni: Bygda- og lokalsøgur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 374


samandráttur
Í fjør gav Forlagið BÚGVIN bókina Úr Gjáar søgu-Barnaminnini I. Og við hesum seinna bindinum er stórverkið um barnaminni høvundsins vorðið fullfíggja.Í hesi bókini fær lesarin fyrst eina drúga og sera livandi frá søgn um torvarbeiði og so um hitt stórarbeiðið:Hoyggingina.Síðani koma tær nógvu frásagnirnar um m.a.: grind,dyrging,seiðaberg,post,farma -og fólkaflutning,um vegarbeiði,telefonona,handlarnar-eisini um tíðindadeplar,um seinna veraldarbardaga,um reka,mylnur,brim,bátadrátt og bátaspøl,um fyrsta bilin,um útróður,um útróðraprát,politikk,um náttúrufyribrigdi o.m.a.Á teimum 100 seinastu síðunum fáa vit so eina forvitnisliga frásøgn um barnsins gaman.Vit eru saman við børnunum í Ánni,Gjónni,í Fjøruni,á Sandinum,á Malinikletti og í kavanum.Vit hoyra um onnur útispøl,um byrsur og bogar,gentuspøl,innispøl,og hvussu barnamentanin er vorðin broytt.Rithøvundurin tekur so saman um og endar verk sítt við tí áhugaverdu greinini um,at Søtur er sjálvgivin biti,og við eftirmælinum,sum er ein Kvøða til fedrarnar.Hetta bókaverkið,sum so livandi og leikandi lætt lýsir bygdasøgu Føroyinga,er tí vorðið sum lesnaður hjá øllum teimum,ið vilja nema sær kunnleika um føroyska fólkamentan og siðsøgu fyri hálvari øld síðani.Henda bók er ikki bert fyri Gjáarfólk.Hon er eisini almann søga um føroyska bygdamentan í 1940-árunum og nakað fram í 1950-árini.