Úr Gjáar søgu - gamla tíðin 1


Forlag: Búgvin
Útgávuár: 2000
Prísur: 297.00
ISBN: 99918-918-3-8
Rithøvundi: Petur Jacob Sigvardsen
Evni: Bygda- og lokalsøgur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 346


Samandráttur
Forlagið búgvin hevur áður givið út bøkurnar "Úr Gjáar søgu-Barnaminni 1-2" eftir Peter Jacob Sigvardsen.Við hesum báðum bókunum var so bókaverkið um barnaminni høvundsins vorðið fullfíggja.Í hesi triðju bókini,sum ber heiti "Úr Gjáar søgu-Gamla tíðin 1",leitar rithøvundurin nú langt aftur í tíðina,og við sínum leikandi lætta penni og livandi frásøguhátti verður lesarin leiddur inn í eitt gamalt,avbyrgt bygdarsamfelag-niðurseturbygdina Gjógv.Í 34 greinum og 113 undirgreinum er gjølla greitt frá um m.a.:bygdarnavnið,forna búseting,hagan og bjørgini,um hagabýti,jarðareigarar,jarðarbýti hjá Jóannesi tí Vísa,sornhús og mylnur,um Kirkjumørk,um Jóannes og ta horvnu hálvmørkina við Gjógv,um tann gamla bøin,gerðini,grannastevnur,tinglisnar eigarar í 1870,uttanbíggjajørð,torv og torvheiðar í gomlum døgum,handlarnar, útróður og fiskaarbeiði í bygdini.Í góðum samstarvi við bygdarmennirnar og teirra vælvild eru hesar sera áhugaverdu greinir eisini í bókini:"Norðurhavsmiðini hjá Gjáarmonnum"og "Mið,pilkar og rákaleiðir" við frágreiðingum um staðarnøvnini til ýtini,"Eitt sindur um útróður" og "Gomul veðurmerki".Seinast í bókini eru m.a. greinir um báts-og skipsvanlukkur,einkjur og faðirleys,skip og skiparar og um ta tiltiknu ferðina,tá ið lagt varð á Búgvan,og aðrar áhugaverdar bjargasøgur.