Frælsmannamál


Forlag: Bókagarðurin
Útgávuár: 1997
Prísur: 280.00
ISBN: 99918-56-00-5
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Søga og samfelag
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 413

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
"Frælsmannamál" er bók við evnistilfari, ið stavar frá tíðini eftir aldaskiftið fram til 1926. Hetta er savn við blaðgreinum, fundarfrásøgnum og røðum. Her er mest talan um søgulig, politisk og tjóðskaparlig evni. Tilfarið kom fram í tey føroysku bløðini "Føringatíðindi", "Tingakross" og "F.F. Blað Føroya Fiskimanna" og í einum føri er brot úr uppriti á Føroya Løgtingi frá 1923. Umframt er eisini tilfar, sum var prentað í norska vinstrablaðið "Tidens Tegn" og í donsku bløðini "Højskolebladet" og "Den ny Tid".
Teir frælslyntu og framburðshugaðu persónar, sum skrivaðu blaðgreinir og skipaðu fyri felagsskapi og fólkafundum og tóku til orðanna har, vóru tjóðskaparsinnaðir hugsjónarmenn. Felags fyri teir var, at teir vildu fremja upplýsing og kveikja andligan gróður við føroyskum máli og føroyskari mentan sum grundstøði. Teir stóðu saman í hesi hugsjónarligu stremban og vildu hava allar landsmenn sínar at gera tað sama: at menna føroyskan tjóðskap og fólkalív saman við øllum framburðsstarvi í tí nýggju tíðini. Flestir teirra gjørdust tingmenn og komu tá at standa í politiskum andgletti í stríði og stremban til frama fyri sínar hugsjónir.
Tann upphavsmaður, ið eigur ein mundandi part av tilfarinum í hesi bók, er háskúlamaðurin og løgtingsmaðurin Rasmus Rasmussen. Við at gerast kunnig við tað, sum hann setti fram í skrift og talu hesi ár, kann ein og hvør, ið áhuga hevur fyri fólksins og landsins vælferð og trivna, fáa innlit í hugsjónarmál teirra, ið eins og hann virkaðu fyri sjálvsáliti og sjálvbjargni og føroyskum tjóðskapi.