Nýggja kvæðabókin 2


Forlag: Lindin
Útgávuár: 1997
Prísur: 140.00
ISBN: 99918-926-1-3
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Sangur, kvæði og vísur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 184


Av baksíðuni
"Í innganginum hevur útgevarin hugleiðingar um lív og lagnu hjá kvøðing og dansi. Alt samalt skilagott og hugvekjandi. Og eisini realistiskt. Hann sær í eyguni, at mentanarformar sum dansurin og kvæðini kunnu ikki liva óbroytt ... Tí er tað bara ein natúrlig tillaging til okkara broyttu tíð, um vit vaksa um úrvalið við kvæðum, ið eisini hóska til nútíðina. Sum ein djarvan tanka nevnir hann eisini møguleikan fyri nýggjum kvæðaløgum.
Eg ivist ikki í, at eisini hendan útgávan fer at koma væl við hjá kvæðahugaðum føroyingum. Bæði teimum, ið hava hug at lesa kvæðir og ikki minst hjá teimum, sum regluliga koma í dansifeløgini kring landið. Sjálvur bíði eg spentur eftir øðrum bindi..."
- Eivind Weyhe, í útvarpinum 19/12-1996

" ... at vaksin fólk, við sínum fulla skili, við sveittabroti, skulu tíma at dreiva um føturnar á hvørjum øðrum eitt heilt kvøld, rópandi inn í oyruni hvør á øðrum ... er ófatiligt.
- Ónevndur í Dimmu 9/4-1991.

"Dansurin og kvæðini koma aldri aftur at hava tann týdning hjá fólki okkara, sum tey høvdu fyrr, tá ið tey vóru megintátturin í mentunarlívi føroyinga, men tá ið føroyingar kortini hava varðveitt dansin so frægt - í summum bygdum so væl - heilt til okkara dagar, hví skal hann so fara fyri bakka? - Hetta var hugsan okkara, tá ið vit fóru undir hava dans við børnum í Havn..."
- Dávur Magnussen og Jóhannes av Skarði, í "Kvæðum, vísum og táttum" (1952).