Tavar


Forlag: Sólarrit
Útgávuár: 2000
Prísur: 95.00
ISBN: 99918-3-071-5
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 80

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Úr fororðinum
Henda bókin er úrslitið av tí áhugaverda tiltakinum, sum eitur Ungt Virki, og sum gevur næmingum á handilsskúlanum góðar royndir á marknaðinum, har man má gera alt sjálvur.
Vit hava gjørt bókina soleiðis, at onkrastaðnis eru løgnar, abstraktar tekningar, sum hoyra við til ta yrkingina, sum tær standa tættast við. Tær skuldu fegin verið við til at sett lesaran í júst ta serligu sinnisstøðuna, har sum andin býr, og har sum takksemið og skiljingin fyri allari list eisini býr. Soleiðis hava vit roynt at givið eitt savn við einari sál út.
Men ikki hevur tað verið lætt at arbeitt saman; tí vit eru fýra ymiskir menn, sum ikki eru vanir við slíka andaliga avbjóðing sum at góðtaka hugburðin hjá øðrum og at eftirlíka honum, sum man noyðist, tá man skal gera eitt sovorðið stórt bólkaarbeiði, sum Ungt Virki er.
Tí hevur alt heldur ikki gingið so skjótt sum man kanska hevði viljað!
Heili 13 yrkjarir eru við; tað vil siga, at tað eru 26 hálvir, og vit vóna, at onkur teirra verður viðurkendur av sínum verkum í hesi bók og sleppur at liva av at skriva.