Eitrandi blóð


Forlag: Ytstifjórðingur
Útgávuár: 2003
Prísur: 198.00
ISBN: 99918-934-7-4
Rithøvundi: Sonni Jacobsen
Evni: Krimisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 188

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Av baksíðuni
Eg guvaði av frálíku sigarini og spurdi politikommiserin: - Hvat við morðinum á Snæbjørn Araldsson, bróðuri mínum, hava tit einki nýtt funnið har?
- Vit eru komin longri enn tú heldur, segði hann bara og legði eitt fyri meg.
Yvirskriftin ljóðaði: "Eitrandi blóð - jr. 20024\725. Leiðsla og ábyrgd, H. Begilsson politikommiserur."
- Eitrandi blóð? segði eg, hvat merkir tað?
- Tað er loyniorðið hjá okkum fyri hesa sakina, segði Begilsson, tað var Gald varaløgreglustjóri, sum fann upp á navnið.
- Ikki so býtt, segði eg bara og fór at hyggja nærri at skjalinum.
Í skjalinum vórðu tey nevnd, sum kundu vænta at verða ákærd fyri lógarbrot í Suðursýslu og í stuttum, hvat tey kundu vænta at verða ákærd fyri.
Nøvnini kendi eg øll aftur...