Emil í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 1996
Prísur: 80.00
ISBN: 99918-1-069-2
Rithøvundi: Astrid Lindgren
Umsett: Heini F. Petersen
Evni: Barnabøkur
Innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 176


Um bókina
Hevur tú nakrantíð hoyrt um Emil í Lønnibergi, hann, sum búði á garðinum Kattholti í Lønnibergs sókn í Smálandi? So-o ikki!
Men tað skal eg siga tær, at í Lønnibergi var einki menniskja, sum hevði ikki hoyrt um ribbaldin hjá bóndafólkunum á Kattholti, Emil, sum gjørdi fleiri skálkabrøgd enn dagar eru í árinum.
Tá ið hann hevði gjørt okkurt skálkabragdið, varð hann settur í træsmiðjuna, og har sat hann ofta og telgdi smáar træmenn.
Tá ið hendan bókin byrjar, hevur Emil 79 træmenn sitandi á hillini á træsmiðjuni, og tá ið bókin endar, eru teir vorðnir 125 í tali. Dugir tú at rokna úr, hvussu nógv skálkabrøgd Emil hevur gjørt? Øll hesi skálkabrøgdini hoyrir tú ikki um í hesi bókini, men...
Tú kanst byrja við at lesa um, tá ið Emil stoytti deiggj á pápa sín.

"Emil í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd" er onnur bókin av trimum í røðini.