Kom yvirum Hugo


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2003
Prísur: 50.00
ISBN: 99918-1-388-8
Rithøvundi: Rakel Helmsdal
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 222

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Forlagið skrivar
Triðja bókin í røðini um Hugo, "Kom yvirum, Hugo" eftir Rakel Helmsdal er komin.
Hugo er so smátt farin at kenna seg heima í teimum nýggju húsunum, sum foreldrini hava keypt í gamla býarpartinum í Port Janua. Enn er hann tó keddur um, at hann nú býr so langt frá besta vinmanni sínum Ravni. Men alt broytist, tá ein brúgv verður bygd, sum bindur býarpartarnar saman.
Hátíðardagin, tá ið brúgvin verður tikin í nýtslu, hava Ravnur og Hugo avrátt, at teir skulu verða fyrstir at hittast á miðjari brúgv. Tað ber tó ikki til, tí Hugo sleppur ikki ígjøgnum mannamúgvuna við súkkluni. Hann noyðist at bíða, og tá verður hann vitni til lummastuldur.
Lummastuldurin og aðrar hendingar í hesum sambandi laga tað soleiðis, at Hugo og lummatjóvurin gerast vinmenn, og vinalagið hevur við sær, at Hugo er um at koma sær í óføri. Fløkta lívið hjá forsømda Stefani skapar trupulleikar, ið Hugo ikki hevur vitað um fyrr, og dreingirnir verða drignir upp í gamlar loynidómar, meðan teir royna at fáa rættlag á aftur.

Fyrsta bókin í røðini, "Tey kalla meg bara Hugo" kom út í broyttari útgávu av nýggjum fyri einum mánaði síðani.