Vatnveitingin í Tórshavn í 100 ár


Forlag: Tórshavnar Býráð
Útgávuár: 1998
Prísur: 98.00
ISBN: 99918-3-048-0
Rithøvundi: Finnur Johansen
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 196

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Liðin eru 100 ár, síðani fyrsta vatnverkið í Havn varð tikið í nýtslu, og í tí sambandi varð farið undir at skriva um vatnveitingina, sum er ein táttur av Havna søgu. Umframt søguligu gongdina er eisini roynt at lýsa tekniska støðið í Føroyum og føroyskt handverk.

Fyri 1898, áðrenn nøkur vatnveiting var í Tórshavn, tóku havnarfólk vatn úr Stóradammi, men í 1896 tóku nakrar havnarkonur stig til at savna pening til at gera eina vatnveiting fyri, og 25. oktobur 1898 vóru brunnurin undir Grásteini og veitingin liðug, og latið varð upp fyri vatninum. Seinni varð ein brunnur gjørdur afturat undir Grásteini, og í 1912 varð vatnveitingin undir Varða gjørd.

Í 1927 varð farið undir vatnverkið í Marknagili, sum var liðugt í 1930. Í 1940 var gjørdur nýggjur brunnur undir Grásteini, og í 1949 varð farið undir vatnverkið undir Villingafossi, sum var liðugt í 1953.

Høvuðsvatnveitingin úr Havnardali var liðug í 1960, og vatngoymslan og reinsingarverkið í Havnardali vórðu liðug í 1966, og vatnverkið í Villingadali varð liðugt í 1988.