Duldar leiðir cd


Forlag: Ljóðbókanevndin
Útgávuár: 2003
Prísur: 563.00
ISBN: 0
Rithøvundi: Mina Reinert
Evni: Ljóðbøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 0

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um ljóðbókina
"Duldar leiðir" er krimisøga við nærum øllum heiminum sum leikpalli, men størri parturin fer kortini fram í Føroyum. Jenny Alberta Williams, mamman er føroysk og pápin er breti, er uppvaksin í India, síðani gift týska aðalsmanninum Jochen von Brunnfeld de Schoot. Men Jochen doyr brádliga, og Jenny flytir til Føroya at arbeiða á einum edv-virki. Men sum frá líður varnast Jenny, at ymiskt løgið fer fram. Bæði við hús og á arbeiðsplássinum. Og hví kemur gamli vinmaður Jochens, Martin von Hulsmeer, knappliga til Føroya at vitja?
Aðrir høvuðsleikarir í skaldsøguni eru vinkonan Karin og serløgreglumaðurin Max Conrad.
"Duldar leiðir" er spennandi bók á tremur við loyndarmálum og kærleikslongsli.

Ria Tórgarð lesur.
Bókin er á 9 bondum.
Tíðin er uml. 11 tímar.