Jesus - filmur


Forlag: Jesus-filmurin
Útgávuár: 2003
Prísur: 150.00
ISBN: 0
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Andaligar bókmentir
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 0

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um filmin
HVØR VAR JESUS?
Hendan spurning hevur virðislønti filmsleikstjórin, John Heyman, roynt at svara í hesum stórfingna filminum um Jesus.
Við neyvt at granska klæði, byggisnið og siðir í fyrstu øld, hevur Heyman lagt seg eftir at gera ein film, ið gevur hyggjaranum eina kenslu av at vera í fyrstu øld saman við Frelsaranum. Filmurin er tikin upp í Ísrael á bíbilskum støðum. Fleiri enn 5.000 fólk spæla. At kalla hvørt orð er beinleiðis úr Lukasar evangelium.

SPURNINGURIN ER...
Hesin maður, ið var ættaður úr eini bygd í Galilea, og sum ongantíð skrivaði nakra bók, ella stóð á odda fyri nøkrum heri, og einki átti á hesi jørð, hvussu kundi hann gerast hin gitnasti og mest elskaði í søguni? Er Jesus tann, hann segði seg vera?
Hvussu ber tað til, at 20 øldir eftir tað, at hann kom í heimin, so mong enn seta álit sítt á lív og læru hansara? Er hann veruliga tann, ið so mong trúgva og halda hann vera?

SVARIÐ ER AT FÁA...
JESUS-filmurin hevur hjálpt milliónum at fáa hesar spurningar svaraðar. Filmurin er týddur til fleiri enn 800 mál, og er sæddur av fleiri enn einari milliard menniskjum. Filmurin lýsir lív Jesusar, og gevur eina mynd hesum manni, ið hevur havt slíka ávirkan á heimssøguna, Jesusi úr Nasaret.