Niðunátt cd


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2003
Prísur: 440.00
ISBN: 0
Rithøvundi: John Steinbeck
Umsett: Finnbogi Ísakson
Evni: Ljóðbøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 0

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Í hesum undranarverdu skaldsøguni um menniskjasligt dirvi og treiskni fagnar Steinbeck fólkaræðinum og máttinum hjá einstaklinginum at seta seg upp ímóti harðrendum yvirvaldi.

Eitt land í Norðurevropa er hersett. Í einum lítlum býi frystir tann fjáltur, ið upprunaliga kemur á fólk, til tigandi, gnagandi øði sum bita fyri bita máar grundarlagið undan hersetingarvaldinum, til eisini tað skilir, hvat ótti og angist er.

Skaldsøgan nevnist á amerikonskum The Moon Is Down, og hon hevði ógvuslig árin sum propaganda hjá teimum sameindu í Nazi-hersetta Evropa. Hóast alt varð gjørt fyri at forða útbreiðsluni í fasistiska Italia vóru fólk dømd til deyða fyri at eiga eitt eintak av bókini - so vóru túsundir av eintøkum í umfari í Evropa, og tey bóru vitnisburð um máttin í hugsjónum, tá ið tær standa andlit til andlits við óndskap og harðskap.

Katarina Nolsøe lesur.
Bókin er á 6 bondum.
Tíðin er 4 tímar og 35 min.