Reyðargullið - dokumentarfilmur um føroyska rækjuvinnu


Forlag: Sjónvarp Føroya
Útgávuár: 2003
Prísur: 349.00
ISBN: 0
Rithøvundi: Zacharis Hammer
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 0


Um filmin
Í dag er rækjuvinnan bert at hoyra um fyri tað ringa. Tað gongst illa at fáa atgongd til hóskandi veiðunøgdir, og prísirnir eru lágir, men tað var ikki altíð so.
Sjónvarp Føroya setti sær tí fyri at seta ljós á hesa vinnu. Vit fylgja gongdini frá byrjanini, tá John Dam og aðrir løgdu lunnar undir eitt veiðiævintýr, sum seinnu árini tó hevur mist ævintýradámin. Nógvir teirra, ið hava myndað føroysku rækjuvinnuna frá byrjan til dagin í dag, siga frá og siga sína hugsan.
Sendingarnar eru sjey í tali. Forkunnuga myndatilfarið í sendingunum er savnað gjøgnum øll árini, og stóran part av hesum hevur Zacharias Hammer sjálvur tikið upp á túrum við rækjuskipunum. Zacharias hevur, síðan hann kom í Sjónvarpið at arbeiða, við jøvnum millumbilum verið skipsmaður. Í fleiri førum hevur hann verið á rækjuveiðu, og sjálvandi hevur hann havt myndatólið við. Tað eru hesir túrarnir, sum eru grundarlagið undir sendingunum um Reyðargullið.

Gomlu myndirnar eiga Lasse Bjørk, Knút Nolsøe, Johannes Bjørgvin, Johan Laksafoss, Palle Johannesen, Bjarne Petersen og Árni Conradsson. Mynd av Zacharias Hammer: Jens K. Vang.

Zacharias Hammer hevur lagt sendingarnar til rættis. Jákup Heinesen hevur sett sendingarnar saman, og Benny Brockie hevur gjørt grafikkin.

Filmurin er á tveimum bondum.