Steinur brestur fyri mannatungu


Forlag: Brattalíð
Útgávuár: 2003
Prísur: 215.00
ISBN: 99918-972-0-8
Rithøvundi: Hjalmar P. Petersen
Evni: Orðabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 239


Um bókina
Byrjað var við hesi bók í 1996, og er hon eitt samstarv ímillum høvundarnar báðar, ið tá høvdu arbeitt nakað við evninum hvør sær. Hildið var, at hesin lutur í máli okkara ikki hevur fingið ta viðgerð, hann átti at hava fingið.

At savna tiltøk er drúgt arbeiði, og høvundarnir høvdu ikki kunnað gjørt hesa bók uttan tey søvn og tær orðabøkur, sum frammanundan finnast á føroyskum. Bókin er í fyrsta lagi ein samskipan av teimum tiltøkum, ið longu eru at finna í hesum verkum, men eisini er ymiskt lagt afturat, og er upprunin til tiltøkini tikin við, har slíkur var at finna.

Tiltøk verða søgd í serligum samanhangum. Tískil er torført at fáa fatur á øllum, eisini tí tey kunnu broytast í formi og innihaldi. Eitt slíkt verk verður av hesi orsøk ongantíð fullkomið. Høvundarnir taka tí fegnir ímóti viðmerkingum. Hesar, og rættingar, kunnu sendast forlagnum ella høvundunum, soleiðis, at tað hevði borið til at fingið hesar við í eina møguliga aðra útgávu av bókini.

Tað er okkara vón, at henda bókin lýsir ein mangan gloymdan skatt í máli okkara eitt sindur gjøllari, enn bøkur undarn hesari hava gjørt.