Sigling og útbúgving 1


Forlag: Forlagið Kjølur
Útgávuár: 2003
Prísur: 290.00
ISBN: 99918-3-140-1
Rithøvundi: Óli Olsen
Evni: Søga og samfelag
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 218

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Av baksíðuni
Óli Olsen, f. 14. september 1949 í Klaksvík, vaks upp í einum umhvørvi, har tosið mangan fall á útróður, fiskiskap og sigling. Var á floti við abbunum báðum - Hanusi í Glasstovuni í Árnafirði og Óla á Dalinum í Klaksvík. SOleiðis varð gott støði lagt undir komandi sjómanslív.

Eftir lokið realprógv í 1966 fór Óli til skips, og tá ið hann hevði tikið skipsføraraprógv í 1973, fór hann út at sigla. Tók læraraprógv í Havn og gjørdist lærari á Føroya Sjómansskúla í 1987.

"Sigling og útbúgving 1" fevnir um tíðina frá landnámi til 1927, tá ið stýrimansskúli verður settur á stovn í Føroyum. Hetta er fyrra bókin av tveimum.

Roynt verður at seta spurningar við sigling og útbúgving í víkingatíð og miðøld, og nomið verður við tíðina, tá ið menn fara at leggja heimshøvini undir seg í 15. øld.

Sagt verður frá skiparum, ið læra menn ávegis at sigla, og greitt verður frá skiparaskúlum og fyristøðumonnum, eftir at lógarheimild er komin á økinum.

Eisini er ein fullfíggjað skrá yvir allar skiparar, ið tóku prógv í Føroyum 1894-1928. Teir eru umleið 1000 í tali.