Jósef Stalin


Forlag: Sosialurin
Útgávuár: 2003
Prísur: 148.00
ISBN: 99918-3-146-0
Rithøvundi: Hanus Kamban
Evni: Ævisøgur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 108


Av baksíðuni.
Hann varð føddur í 1878 í einari kroysu í býnum Gori í Georgia. Blaðungur fór hann undir, saman við øðrum eldhugaðum dreymarum, at gróðurseta tað fullkomna ríkið. Hálva øld seinni hevði hann einsamallur meira vald í Russlandi, enn nakar tsarur hakrantíð hevði havt. Og brátt vóru teir flestu av hansara gomlu vinum og lagsbrøðrum tiknir av døgum.

Í hesi bók fortelur rithøvundurin Hanus Kamban søguna um, hvussu Jósef Stalin reis til vald og mæti. Samstundis fæst í bókin svar upp á mangar søguligar og politiskar spurningar. Hvat er munurin á kommunismu og vanligari javnaðarhugsan? Hvussu fekk Stalin valdið í sínum flokki? Hvussu og hví var Lev Tròtskij myrdur? Hví vórðu útreinsingarnar framdar? Og hvussu eydnaðist tað árini 1941-45 at vinna sigur á týskinum?

Søgan um Jósef Stalin er samstundis søgan um ein av heimssøgunnar grimastu valdsharrum, ein veruleikans Kato ella Sauron.

Bókin er fyrsta verk á føroyskum um hetta evni.