Stóri Tóri og Lítla Lív cd


Forlag: Ljóðbókanevndin
Útgávuár: 2003
Prísur: 563.00
ISBN: 0
Rithøvundi: Lydia Didriksen
Evni: Ljóðbøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 0

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Ljóðbókin:
At hoyra = at síggja.

Næmingurin lurtar eftir bandinum/fløguni uttan at fylgja við í bókini. Ljóðbókin kann, eins og prentaða bókin, veita eina bókmentaliga uppliving.
Næmingur, sum hevur lurtað eftir einari bók, hevur allan rætt at siga seg at hava lisið bókina.

LESIVENJING
Bók og band kunna stimbra lesingina.
Næmingurin lurtar eftir bandinum ella fløguni, meðan hann samstundis fylgir við í bókini. Eitt gott hugskot er at halda einum bókamerki oman fyri regluna, ið lisin verður.
Hildið verður, at hetta gagnar lesingini, tí at næmingurin gjøgnum eygað og oyrað fær bæði eina lestrarliga og eina málsliga uppliving.

LURTIBAND - LURTIFLØGA
Lesiferðin er lagað til lesitilfarið á hesum torleikastigi. Næmingurin kann fylgja við í bókini, meðan lurtað verður.

LESIBAND - LESIFLØGA
Lisið verður somikið seint, at næmingurin lættliga kann fylgja við, meðan lisið verður. Sagt verður frá, tá farið verður á nýggja blaðsíðu.

Lurtiband/lurtifløga: 36 min.
Lesiband/lesifløga: 68 min.
Vár Jacobsen lesur.