Gamlar konur verpa ikki


Forlag: Nýlendi
Útgávuár: 2003
Prísur: 50.00
ISBN: 99918-40-24-9
Rithøvundi: Mark Levengood
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Stuttsøgusøvn
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 127


Av baksíðuni
Mark Levengood er 39 ára gamal, kendur svenskur sjónvarpsmaður, og Unni Lindell er 45 ára gomul, viðgitin norskur rithøvundur. Hetta er onnur bókin við tilfari, sum tey hava fingið til vegar við at spyrja børn, hvta tey halda um gerandisdagin og lívið her á jørðini og hinumegin. Ein nýggj bók, sum er framhaldið av hesi bókini, er júst útkomin og liggur ovast á metsølulistanum hjá svenskum bókahandlum. Henda bókin, "Gamlar konur verpa ikki", liggur í løtuni á 7. plássi. Hon hevur ligið á metsølulistanum í úti við 2 ár! Tað er næstan óhoyrt. Mark hevur eisini skriva eitt forvitnisligt formæli til hesa bókina. Børn eru ikki fødd í gjár, tí sum ein 7 ára gomul genta heldur fyri: "Tá ið tey giftust fyrr í tíðini, so var tað, tí at landsstýrið segði tað, og prestarnir hildu tað vera best. Í dag kunnu tey flyta saman við einum sambúgva fyri og øðrum eftir, uttan at landsstýrið mukkar!"
Burtur í øðrum heimi rennur tað upp fyri 8 ára gomlu Annu: "Í gomlum døgum hildu tey, at storkurin gjørdi børnini. Men nú eru tey farin yvir til meiri modernaðar metodir."
Og 5 ára gamla Sára er ikki skolað út av látri: "Gomul fólk vita meira, enn tey síggja út til!"

"Vilt tú hava nakrar stuttligar løtur, so skalt tú lesa hesa fittligu bókina - og hava hana liggjandi vísa sum ein hugnaskapara. Ein leskilig gleðikelda!" - R. Hammerløf, Lånstidningen, Sødertalje.

"Gamlar konur verpa ikki" hevur ligið á svenska metsølulistanum hjá Svensk Bokhandel í næstan 2 ár.