Hann sjálvur av grannagrøvini


Forlag: Nýlendi
Útgávuár: 2003
Prísur: 125.00
ISBN: 99918-40-25-7
Rithøvundi: Katarina Mazetti
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 198


Av baksíðuni
Um rithøvundan:
Katarina Mazetti (f.1944) er kend sum virkin journalistur í svenska útvarpinum, men hon hevur bæði skrivað barna- og ungdómsbøkur og bøkur til vaksin. Umframt hesa bókina, sum á svenskum eitur "Grabben i graven bredvid", hevur hon skrivað "Krigshjaltar och konduktorer", "Tyst du ar død!", "Mazettis blandning", "Det ar slut mellan Gud och mej", "Det ar slut mellan Rodluvan och Vargen", "Slutet ar bara børjan", "Kottvars Trollformlar", "Fjarrkontrollerien". Í vár fekk Katarina Mazetti nýstovnaðu virðislønina "Snøbollen".

Um bókina:
Søgan um tey bæði Desirée og Benny er ein rúkandi, spennandi og skemtilig romantisk ástarsøga úr gerandisdegnum. Tey eru tvey ógvuliga ymisk menniskju. Girndarhugur og longsil eftir kærleikanum berjir í teimum báðum. Og so ein dagin, tey sita á hvør sínum bonki í kirkjugarðinum, sigur tað bara KLIKK - og ævintýrið byrjar, yvir háls og herðar...
Hon er blaðung einkja, bókavørður og býr í fínari íbúð inni í býnum. Og sum hon sigur um hetta einsemi sítt, tá ið hon liggur og spælir við seg sjálva: "Mennirnir í dreymasjónum mínum vóru allir stórir og prúðir við grovum hondum og hvassari høku. Yvir høkuni var einki andlit..."
Hann er ungur bóndi, sum gongur stakur við 24 mjólkneytum og hevur nýliga fest garðin eftir pápa sín. Hon angar av køænarvatni og gongur í høghælaðum skóm. Hann gongur í stivlum, sum lukta av fjósi.
Er tað annað enn ótálmaður kynsligur lystur, sum lokkar tey, ella er nakað haldgott grundarlag at byggja eina framtíð á? Tað er spurningurin.
Leikstjórin Kjell Sundvall hevur gjørt bókina til film, sum hevur verið væl fagnaður, og óvanliga nógv fólk hava sætt hann.

"Ein ótrúliga stuttlig svensk kærleiksskaldsøga," skrivaði Aftonbladet, og ICA-Kuriren tók soleiðis til: "Bókin er bæði skemtilig og nútíðarlig, og hon bergtekur."

Metsølubók. - "Hann sjálvur av grannagrøvini" er týdd til fleiri mál, og hon er gjørd til film. Bara í Svøríki er bókin seld í næstan einari hálvari millión eintøkum!