Barnið hjá Annu


Forlag: Nýlendi
Útgávuár: 2003
Prísur: 125.00
ISBN: 99918-40-22-2
Rithøvundi: Unni Lindell
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Ungdómsbøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 148


Av baksíðuni
Um rithøvundan:
Unni Lindell (f.1957) var í fleiri ár journalistur, áðrenn hon gjørdi frambrot sum rithøvundur í 1986. Hon hevur skrivað nógvar bøkur til børn og ungdóm, men hesi seinnu árini hevur hon skrivað fleiri krimisøgur og verður kallað ein av norsku krimidrotningunum. Vit eiga eina aðra bók eftir hana á føroyskum: "Súgvimerkið", sum kom út í 2001 og setti met á jólasøluni tað árið. Virðislønir: 1989: Rivertonprísin - 1992: Cappelen virðislønina - 1994: Kritiker prisen - 1998: Útnevnd av norska Ungdomsbokklubben "til den mest poupære ungdomsforfatter gjennom siste tiår". Sama ár fekk Unni "Mads Nygaard Legat".

Um bókina, "Barnið hjá Annu":
Alt verður so nógv øðrvísi hjá Annu hetta summarið.
Hetta summarið er Anna 14 ára gomul. Bæði Anna og besta vinkona hennara eru púra býttar av Díðriki. Men tá ið Amanda fer heim aftur, sleppur Anna at hava hann og sumarið fyri seg sjálva.
Eftir vikurnar í summarhúsinum við glitrandi sól og heitum mussum kemur heystið - kalt og myrkt. Anna er við barn!
"Barnið hjá Annu" er ein skaldsøga um at búnast frá barni og gerast vaksin. Um kærleika og kynsliga vaknin. Um broytingar, sum endavenda øllum, og sum eru ein avbjóðing, ikki bara hjá einum sjálvum, men eisini hjá húsfólki og vinum.

"Rithøvundurin skrivar ektað um forelskilsi og tær fyrstu kynsligu upplivingarnar hjá høvuðspersóninum. Lýsingin av tí, sum hendir, tá ið ein ungdómur verður við barn, er lærurík og ósentimental. Tvístøðan hjá Annu grípur fast í lesaran."
- Anna Elisabeth Utklev í "Østlands-posten".

"Unni Lindell hevur rakt plett í frálíku lýsing sínari av ungdómsins feiftran og fyrstu royndum. - Ein bók við dramatiskari lind, sum er so lættur at kenna aftur sum her, hevur bókin uppiborið at hava eydnuna við sær."
- Han Chr. Færden í "Røyken og Hurum Avis"

"Barnið hjá Annu" er prentað uppaftur fleiri ferðir, síðan hon kom út fyrstu ferð í 1991.