Eitt afturlit


Forlag: Leirkerið
Útgávuár: 2003
Prísur: 175.00
ISBN: 99918-45-24-0
Rithøvundi: J. Hudson Taylor
Umsett: Flóvin Tyril
Evni: Ævisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 175

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Hudson Taylor er væl kent navn innan kristniboðssøguna. Hann var ein tann fyrsti, ið fór til Kina at bera fólkinum har evangeliið. Hann varð føddur í Onglandi í 1832 og doyði í 1905. Fleiri størri og meira umfatandi bøkur eru skrivaðar á enskum um Hudson Taylor og felagsskap hansara, Innlendismissión Kina. Vit hava valt hesa, við tað at Hudson Taylor sjálvur hevur skrivað hana.
Nógv er broytt í Kina síðani tá, og síðani kommunisman í 1949 kom til valdið, eru allir trúboðanarfelagsskapir riknir út haðani, eisini Innlendismissión Hudson Taylors. Men felagsskapurin er umskipaður og virkar framvegis í ymiskum londum í Fjareystri og aðrastaðni kring heimin. Sáðið, sum tá varð sátt í Kina, hevur borið ríkan ávøkst, og hóast ræðuligar atsóknir, hoyrist um milliónatals sonn Guds børn í Kina í dag. Eisini frættist, at tey kristnu í Kina senda út nógvar trúboðarar til londini har um vegir.
Hóast bókin er gomul og longu kom út á donskum í 1904, er hon sera forvitnislig, lærurík og eggjandi.