Skjót journalistin


Forlag: Steyrin
Útgávuár: 2003
Prísur: 275.00
ISBN: 99918981-0-7
Rithøvundi: Grækaris Magnussen
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 155


Um bókina
Fortíðin hjá Annfinn Kallsberg løgmanni hevur seinastu árini ligið sum eitt ósjónligt teppi undir føroyskum politikki. Í hesi bók verður hetta teppið gjørt sjónligt. "Skjot journalistin" vísir fyri fyrstu ferð, hvat veruliga fór fram á Frostvirkinum í Norðdepli tey árini, Annfinn Kallsberg var bókhaldari á virkinum.

Bókin lýsir eisini politiska leikin og politiska veruleikan, tá Jørgen Niclasen varð noyddur at leggja frá sær sum landsstýrismaður í januar 2003. "Hví græt Jørgen?" er søgan um landsstýrismannin, sum varð drigin gjøgnum ein næstan tríggjar tímar langan, lúgvandi løgtingsfund. Bara fyri at enda grátandi framman fyri Føroya fólki.

Umframt politiskar leikir, sum hava verið frammi í miðlunum, verður nágreiniliga lýst, hvat pressan segði um hesi mál og hvussu høvuðspersónar í politiskum leiki ofta rópa: "Skjót journalistin."

Bókin er kryddað við øðrum søgum frá politiska lívinum, sum hava vunnið sær pláss á fjølmiðlabreddanum.