John Dam


Forlag: Forlagið á Deild
Útgávuár: 2003
Prísur: 295.00
ISBN: 99918-976-0-7
Rithøvundi: Helgi Jacobsen
Evni: Ævisøgur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 397


Um bókina
Hendan bókin er fyrst og fremst skrivað um vinnulívsmannin og undangongumannin John Dam. Men hvørt menniskja hevur eina sál, og oftani er tað úr sálini, menniskja verður evnað. Tí ber ikki til at lýsa vinnulívsmannin John um ikki eisini hansara persónligu eginleikar koma til sjóndar.
Søgan um John snýr seg um drongin, sum fyrstu ferð fór til skips sum 13 ára gamal. Hann fór við trolara longu sum 14 ára gamal. Sigldi við nøkrum av tiltiknastu skiparum í Føroyum.
Bókin sigur frá, tá hann sum 20 ára gamal førdi Fame, sum hann saman við øðrum keypti. Síðani fór hann út í verðina at sigla.
Vit fylgja honum á hemara- og laksaveiðu við Baki, sum hann førdi í níggju ár. Í 1969 bygdi hann, saman við øðrum, fyrsta føroyska rækjuskipið. Fram til 1986 hevði hann trý rækjuskip.
Í bókini lýsir høvundin eisini tað mest spennandi tíðarskeiði í rækjusøguni frá 1969 til einaferð miðskeiðis í 80'árunum. Nógvar nýggjar upplýsingar koma undan kavi og søgan prógvar, at John veruliga var ein slóðari á fiskivinnuøkinum.
Síðsta átakið hjá John Dam var skeljaveiða við Svalbard, í Barentshavinum og undir Føroyum. Ein reyður tráður í bókini er, at John allatíðina verður forðaður at halda fram í teimum ymisku veiðuhættunum. Men allatíðina finnur hann veg burtur úr tronganum og fer í holt við nakað nýtt.