Janusarfriður


Forlag: Heimamissiónsforlagið
Útgávuár: 2003
Prísur: 169.00
ISBN: 99918-48-26-6
Rithøvundi: Mikkel Vigilius
Umsett: Sólva Syderbø
Evni: Andaligar bókmentir
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 101

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
"Tú veitst væl, hvat eitt janusarhøvur er, ikki so?"
Janus nikkaði. Hann visti, at navn hansara var eftir einum rómverskum gudi við tveimum andlitum. Andlitini vendu hvørt sín veg.
Soleiðis er at trúgva! Tú hevur tvey andlit. Annað vendir móti nýggja lívinum í tænastu og reinleika. Hitt vendir móti gamla lívinum í sjálvsøkni og synd. Tú hevur bæði andlitini, Janus, alla tíðina! Í tær eru tveir viljar!

Við søguni um ein ungan studentaskúlanæming leggur Mikkel Vigilius dent á ein sermerktan spurning. Vit fylgja Janusi í einum týdningarmiklum skeiði í lívi hansara, har lívið er trupult og dapurt. Hann hittir Arild, sum lýsir ivan. Og hann hittir Christian, sum veit, hvussu ein kann fáa góð viðurskifti við Guð. Á leiðini hendir nógv spennandi, sum lesarin upplivir gjøgnum Janus, til dømis tá hann hittir Onnu...
"Janusarfriður" er bæði skemtingarsom og álvarsom bók. Hon snýr seg um ein ungan drong við kristnari uppaling - ætlað ungum, sum fegin vilja trúgva á Jesus, men vita, hvussu trupult tað kann vera. Søgan er so væl sett saman, at mong vilja ivaleyst, at hon helt fram. Tað ger hon eisini á ein hátt - í lívi lesarans...