Liturgisk lestrabók - kristin meditatión, bíbliulestur og sálmasongur


Forlag: Egið Forlag
Útgávuár: 2003
Prísur: 278.00
ISBN: 99918-911-1-0
Rithøvundi: Gerhard Hansen
Evni: Andaligar bókmentir
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 224

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Úr formælinum
Vitjan mín á suðurtýska, luthersk evangeliska, friðstaðnum, Klostret Kirchberg, fyri nøkrum árum síðani, kveikti hug mín eftir at eisini okkara kirkjulív í Danmark og í Føroyum kundu fáa slíkan lesnaða til bæði persónligt og felags andaktslív, sum tey høvdu har. Okkara tíð hevur viðført, at vit øll hava so nógv um at vera, at ikki eru stundir til at seta seg niður at lesa í Bíbliuni og biðja, og um so var, hvar skuldi ein sláa upp? Í hesi bók er møguleiki fyri einum reglubundnum andaktslívi, har ein dag eftir degi fylgir eini fastlagdari ætlan, sum fylgir kirkjuári okkara. Styrkin í hesi bók er, at møguleiki er at stíga inn og út, alt eftir hvussu nógva tíð ein hevur.
Eg havi roynt at lagt dent á, at bókin gevur ein samanhang millum bíbliutekstir, sálmar og bønir og at samljóð er millum hesar og gevur tessvegna ein størri reglubundnan "cyklus". Hervið fáa dagarnir eina størri dýbd í samljóð við heildina.
Sálmarnir eru bert at skilja sum uppskot og somuleiðis er sjálvsagt pláss fyri persónligum bønum. Tær bønir, ið eg havi nýtt, vóni eg lesarin upplivir sum slitsterkar og tíðarleysar. Tær eru allar í "vit" formi, sum skal skiljast á tann hátt, at hin biðjandi, hóast hann/hon er einsamøll, er við í eini heild av biðjandi kring allan heimin.
Vón og bøn mín er, at bókin má verða til signing í bønarlívinum hjá mongum og eisini má kunna nýtast í felagskirkjuligum arbeiði, á legum og sum heild har kristin menniskju koma saman.

Strib, Mikkjalsmessudag 2003.
Gerhard Hansen, prestur.