Úr farnum tíðum II


Forlag: P/F Meinhard Arge
Útgávuár: 2003
Prísur: 268.00
ISBN: 99918-3-145-2
Rithøvundi: Axel Mortensen
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 192


Úr fororðinum
Eg eri sera glaður um, at seinna bókin við heitinum "Úr farnum tíðum" kemur út. Bókin fevnir um 22 greinar, sum eg fyri nøkrum árum síðani havi skrivað í Dimmalætting.
Tíverri hevur ikki borið til í øllum førum at fingið fatur á upprunamyndunum til greinarnar. Tí eru myndir úr tíðindabløðum og bókum nýttar í summum førum.
Ólavur Clementsen hevur lagt útgávuna til rættis. Eg eri honum sera takksamur fyri hetta.
Eisini tøkk til Leiv Nygaard fyri lán av myndum.

Tórshavn 4. nov. 2004
Axel Mortensen

Rithøvundurin er føddur á Tvøroyri í 1918, og har vaks hann upp.
Hann hevur stóran tokka til staðið, har rótin rann, og hevur altíð kent, at henda tíðin var ein so stór broytingartíð, at henni má sigast frá.
Axel Mortensen hevur áður skrivað bøkurnar "Mortensen's mennirnir á Tvøroyri", Gloymdu ikki ættarbandið" og "Úr farnum tíðum".