Á veg í barnagarð


Forlag: Føroya Skúlabókagrunnur
Útgávuár: 2003
Prísur: 40.00
ISBN: 99918-953-1-0
Rithøvundi: Jón Ármann Steinsson
Umsett: Katarina Nolsøe
Evni: Lærubøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 14

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Úr fororðinum
Góðu foreldur

Henda bók er um tey bæði, Onnu Lisu og Ára, og vinmann teirra, Klæna, sum er ein rúmdarmaður. Tey trý fara at læra barnið ferðslureglurnar saman við tykkum.

Ætlanin er, at barnið skal læra at ansa sær í ferðsluni og at birta kjak tykkara millum um hetta evnið. At sita við hús og læra um ferðslu við at lesa eina bók er tó ikki nóg mikið. Barnið má eisini gera sínar egnu royndir úti í ferðsluni, børn læra jú best av at læra sjálvi.

Eitt gamalt kinverskt orðatak sigur:

Sig mær - eg gloymi
Vís mær - eg minnist
Lat meg royna - so eg skilji

Fyrst og fremst skulu tit læra barnið:
- At ganga á gongubreytini
- At ganga uttast við vegjaðaran, har eingin gongubreyt er
- at leiða tey vaksnu, har bilar koyra

Seinast í bókini eru leiðbeiningar til foreldur.

Heilsan
Ferðsluringur Barnanna