Ringanna Harri 1


Forlag: Stiðin
Útgávuár: 2003
Prísur: 350.00
ISBN: 99918-42-33-0
Rithøvundi: J.J.R. Tolkien
Umsett: Axel Tórgarð
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 468

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Úr Fororðinum
Henda søgan tók seg upp, sum hon varð søgd, til hon gjørdist frásøgan um stóra stríðið um ringin og hevði í sær nógv brot úr tí uppaftur eldri søguni, sum frammanundan hevði verið. Hon varð byrjað stutt eftir, at "Hobbin" varð skrivaður, og áðrenn hann varð givin út í 1937; men eg helt ikki á við hesum framhaldinum, tí at eg vildi fyrst skipa og fáa skil á søgur og sagnir úr fornum døgum, sum í nøkur ár høvdu gjørt seg til. Hetta var mest til egnan stuttleika, og eg hevði lítla vón um, at onnur fólk fóru at leggja í hetta verk, serstakliga av tí at tað fyrst og fremst hevði málfrøðiligan týdning og varð byrjað fyri at finna grundina undir málsøgu álvanna.

"Ringanna Harri" hevur verið lisið av nógvum fólki, síðani hon kom út á prenti; og her kundi eg hugsað mær at sagt okkurt um tær meiningar og hugsanir, eg havi fingið ella havi lisið um ætlanina og týdningin við søguni. Høvuðsætlanin hjá mær var hugurin hjá einum søgusigara at royna seg við eini rættiliga langari søgu, sum kundi halda fastan áhuga lesarans, stuttleika honum, gleða hann og stundum kanska gera hann spentan og av álvara rørdan. Sum ráðgeva hevði eg bara mína egnu kenslu av, hvat er hugtakandi og rørandi, og hjá mongum mundi hesin ráðgevi mangan fara skeivur.