Veður og tíðindi í Føroyum


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelag
Útgávuár: 2003
Prísur: 90.00
ISBN: 99918-1-390-x
Rithøvundi: Petur Skeel Jacobsen
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 294

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Mangan hevur verið havt á munni, at veðrið broyttist so nógv til tað verra í 20. øld. Fólk, sum eru komin nakað upp í árini, vilja vera við, at sólin skein oftari fyrr, og gott kavaveður var mangan og hartil leingi um veturin. Í hesi bókini er yvirlit yvir veðrið í Føroyum í 128 ár, og lesarin kann sjálvur út frá upplýsingunum gera sær eina meting av, um nakað ella einki er í pástandinum um veðurlagsbroytingar. Her eru stormdagar, avfall, sóltímar, minsti, mesti og miðal hiti fyri hvønn mánað og hvørt ár, umframt veðurmet.

Í bókini er eisini ein tíðindapartur og ein mynd fyri hvørt árið. Teksturin er úrval av tíðindum, sum hava verið frammi nevnda ár. Tíðindini eru ikki vald eftir nakrari meginreglu, men heldur soleiðis, at okkurt áhugavert er tikið fram. Fyri hvørt árið er eisini ein mynd, sum onkursvegna eyðkennir tíðina, og í hvørjum einasta føri er eisini okkurt skrivað um sjálva myndina.