Málarasøgur


Forlag: Egið Forlag
Útgávuár: 2002
Prísur: 236.00
ISBN: 99918-3-121-5
Rithøvundi: Thomas M. Smith
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 102


Brot úr innganginum
"Fleiri málarasøgur, sum eru fortaldar ígjøgnum tíðina, hava givið mær hug at skriva tær í bók, ístaðin fyri at siga frá teimum onkuntíð, tá ið høvi býðst ímillum vinir og kenningar. Undir teimum umstøðunum er skarin, sum lýður á, ikki stórur - eini trý til fimm kanska, og søgurnar verða ongantíð eins - summar tíðir betur, og aðrar tíðir minni væl frásagdar, alt eftir hvussu lagið er. Nú eg eri givin við málaraarbeiðinum, ið eg havi livið av síðani eg var fjúrtan ára gamal, og eri vorðin fyritíðarpensioneraður, havi eg fingið betri stundir, og helt tí, at tað var lagamanni at brúka tíðina til at festa nakrar av málarasøgunum á blað. So kunnu vinir og kenningar, og hvør ið annars tímir, bara lesa tær, og fáa tær fortaldar einsljóðandi. Millum annað tí fór eg undir at skriva tær upp, og vónandi tíma onnur enn hesin omanfyri nevndi lítli skarin eisini at geva søgunum gætur."