Jólaskipið S S Sauternes í Fugloyarfirði


Forlag: Steyrin
Útgávuár: 2002
Prísur: 299.00
ISBN: 8789501-80-2
Rithøvundi: Grækaris Magnussen
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 160


Av baksíðuni
"Samstundis sum akkerið verður kastað í vánaliga veðrinum og harða streyminum, fær S/S Sauternes ein øgiligan sjógv. Brúgvin, sum stendur miðskeiðis í skipinum, brotnar framyvir og verður kroyst niður í dekkið. Sìðan hoyrist einki meira til William Smith, skipara."

Gomul skjøl, sum ongantíð áður hava verið at sæð á prenti, gamlar politirapportir, frásagnir frá monnum, sum í dag eru deyðir - og nógvar nýggjar samrøður við fólk, sum framvegis eru á lívi og sum minnast hendingina. Sýslumaður, ið leitar eftir rommi, sum menn hava goymt í fjøllunum. Djarvir kavarar. Avvarðandi í Bretlandi, sum higartil einki hava vitað um lagnuna hjá pápa og beiggja sínum. Hetta er nakað av innihaldinum í bókini um Jólaskipið.

Bókin snýr seg um S/S Sauternes - seinni nevnt Jólaskipið, sum sakk í ódnarveðri í Fugloyarfirði í 1941. Ljós verður m.a. sett á royndirnar at bjarga manningini, og um nógva rekan, serliga brennivínið, sum kom í land.

Millum skjølini eru politirapportir, sum sýslumaðurin skrivaði stutt eftir hendingina. Fylgt verður við stóru kavaraætlanini niður á vrakið, og høvundurin fer eisini til Bretlands at hitta avvarðandi hjá onkrum teirra, sum fórust við Jólaskipinum.