Kom við vit lesa


Forlag: Føroya Skúlabókagrunnur
Útgávuár: 2002
Prísur: 294.00
ISBN: 99918-0-297-5
Rithøvundi: Margreta Næss
Evni: Skúlabøkur, føroyskt mál
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 155

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Bókaheildin »Kom við« eftir Margretu Næss, lærara – fevnir um tríggjar bøkur, umframt band og fløgu. Útgávurnar eru ætlaðar undirvísingini í føroyskum í miðdeild fólkaskúlans. Hetta er triðja og seinasta útgávuheildin í røðini vit lesa. Framman undan hesari eru tær samsvarandi útgávuheildirnar »Dýr og dorg» og »Prikkut vár« komnar út. Nógvar myndir og tekningar eftir Allan Dalsgarð prýða lesibókini. Í bókini er eisini ein skemtilig myndarøð, ið hann hevur teknað og lagt litir á. Fotomyndir úr fjølmiðlunum lýsa evni úr gerandisdegnum hjá føroyskum børnum. »Kom við« viðger evni, ið hugfanga børn um 12-14 ára aldur. Kynsbúningaraldurin er mangan ein trupul tíð. Dreymarnir eru so mangir. Og ofta fáa tey ungu sær fyrimyndir, ið tey eftir førimuni royna at líkjast. Tey ungu eru viðbrekin og løtt at lokka og vita ikki altíð heilt nágreiniliga, hvat ið tey sjálv vilja og halda. Í »Kom við« eru søgur um børn og ungdóm, ið royna sítt dirvi. Søgur eru um óráð og vandar, herverk og stuldur, dreymar og ynski um einsemi og um ótta. Frítíðarvirksemi, so sum ítrótt, tónleikur og skótavirksemi, verður eisini lýst. Týdningarmikið er hjá næmingunum at lesa og hoyra um viðurskifti, sum teir væl kennast við. Tað skapar áhuga og førleika at vera við í munnliga og málsliga orðaskiftinum í skúlanum. Evnini í bókini kunnu væl viðgerast tvørgreiniliga. Á tann hátt kann farast í dýpdina við ávísum evnum. Í útgávuheildini »Kom við« eru lesibók, skrivibók, svarlisti og band/fløga. Á bandinum og á fløguni eru sangirnir, sum prentaðir eru í bókini. Bandið og fløgan eru einans gjørd til nýtslu í undirvísingini.