Fólk og dólgar í Kardamummubýnum


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelag
Útgávuár: 2007
Prísur: 110.00
ISBN: 99918-1-295-4
Rithøvundi: Thorbjørn Egner
Umsett: Eyðun Johannesen
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 140


Samandráttur
Flest øll tilkomin kenna Bastian politimeistara, Suffíu mostur, Kaspar, Jaspur og Jónatan og øll hini í Kardamummubýnum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út bókina í 1980, 25 ár eftir at upprunaútgávan kom í Noregi. Seinni í 50 árunum og í 60 árunum vóru sangirnir úr bókini mangan at hoyra, bæði í norska útvarpinum og í Útvarpi Føroya, eftir at tað var stovnað. Seinni legði týðarin, Eyðun Johannesen, søguna til rættis sum útvarpsleik, har flestu sangirnir eisini vóru innspældir. Leikurin við sangunum kom síðan út á kassettubandi, og eftir hetta hava sangirnir regluliga verið at hoyrt í Útvarpi Føroya.
Bókin hevur í nógv ár verið útseld, men nú er hon so aftur at fáa í nýggjari, broyttari útgávu. Egner skipaði sjálvur fyri hesi útgávuni í 1980 - sama ár sum okkara gamla útgáva kom. Nýggja útgávan er størri: 17 x 25 cm, gamla var smøl: 12 x 23 cm, og síðutalið er økt úr 105 upp í 140 við litmyndum á hvørjari opnu. Søgugongdin er eitt sindur broytt, og tríggjar nýggjar vísur er komnar afturat. Tær hevur Pauli Hansen týtt.

Fólkini og dólgarnir í Kardamummubýnum fara óivað at hugtaka nýggjar lesarar eins nógv, og tey hugtóku okkum, ið nú eru tilkomin. Eitt góðsligt og hugfarsligt lag ræður í bókini, tí hóast ránsmenn við leyvu reika um á nátt í Kardamummu, so eru teir í veruleikanum ikki so hættisligir kortini, og leyvuni dámar best at eta og sova. Allatíðina eru skemtiligir tilburðir, og tá ið av tornar, fara helst øll at fylgja lógini hjá Bastiani, politimeistara:

Tú skalt ikki plága onnur ella gera nakað ilt,
annars kanst tú liva, sum tú vilt!

Thorbjørn Egner var jú ikki bara høvundur, men avbera fjølbroyttur listamaður, sum eisini setti løg til vísurnar hjá sær, og hann myndprýddi bøkurnar sjálvur. Tey kendastu verkini, hann skrivaði, eru óivað "Karius og Baktus", "Klintirmús og hini dýrini í Valbakkaskóginum" og so "Fólk og dólgar í Kardamummubýnum". Øll eru tey gjørd til sjónleik og útvarpsleik. Eyðkent fyri tað, hann læt úr hondum, er gleði og tryggleiki og ein boðskapur um, hvussu umráðandi tað er at vera virkin í felagsskapinum og virða onnur