Føroya Kvæði, bind 8 - Løgini


Forlag: Stiðin
Útgávuár: 2003
Prísur: 735.00
ISBN: 99918-42-29-2
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Sangur, kvæði og vísur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 735

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina - úr fororðinum
Hetta lagasavn er áttanda bind av bókaverkinum "Føroya Kvæði Corpus Carminum Færoensium)". Tey sjey fyrru bindini hava øll viðgjørt kvæðatekstirnar. Í bindunum I-IV, sum vóru givin út av Chr. Matras 1941-54 og N. Djurhuus 1963-72, eru sjálvir tekstirnir til skjals. Bind VII, sum Michael Chesnutt og Kaj Larsen góvu út í 1996, viðger søguna um handritini og eitur "History . Manuscripts . Indexes". Eins og hini sjey bindini er hetta áttanda bindið ein partur av skriftrøðini hjá Universitetsjubilæets danske Samfund.
Støðið undir hesum áttanda bindi eru tær meira enn 2.000 upptøkurnar av føroyskum dansi og kvøðing, sum innsavnaðar eru í 20. øld. Farið varð í veruleikanum undir hetta arbeiði langt fyri tað, at eg varð fødd, tí tað var í 1902, at Hjalmar Thuren sum tann fyrsti fekk kvøðing tikna upp á fonografvalsir. Hetta gjørdist farskotið til "lagainnsavningarøldina", tí nú bar til, nýggjari tøkni fyri at takka, at varðveita sjálvi kvøðingarljóðini sum ljóðupptøkur. Har Thuren slepti, hildu Hakon Gruner-Nielsen og Jógvan Waagstein um 1930 fram við fonografum. Eftir annan heimsbardaga fingu vit bandupptakarar, og hetta gjørdi, at innsavningin tók rættiliga dik á seg.
Kvæðatekstir eru sambundnir við kvæðaløg og við tann føroyska dansin. Endamálið við hesi lagabók hevur verið at seta kvæðatekstirnar inn í sítt rætta høpi við løgum og dansi. Av teimum trimum pørtunum - teksti, lag og dansi - má eitt lagasavn sjálvsagt leggja mestan dent á løgini, men við hóskiligum fyriliti fyri tekstinum og dansinum. Heldur enn fullfíggjaða kanning av tí føroyska dansinum og søgu hansara, sum er ein setningur, ið eg ikki havi fortreytir fyri at lúka til lítar, havi eg gjørt stutta heildarlýsing av dansinum, og har havi eg eisini gjørt vart við sambandið millum dans, lag og tekstmetrum.
Tað er eyðsæð, at eitt lagasavn í stóran mun má lýsa samskifti millum lag og tekst, tí her er setningurin at bera víðari løg, ið hava hildið tekstum uppi. Tá eg fór undir hetta arbeiði, var tað mær fullgreitt, at siðaarvurin av mannamunni ikki bert fevnir um løgini, men eisini sæst aftur í teimum tekstum, sum fram verða førdir. Men at hesin siðaarvur hevur havt so stórt árin á niðurlagatekstirnar, sum avdúkað varð av upptøkunum, kom mær dátt við. Mínir hjálparar og eg fingu úr at gera við at royna yvirhøvur at skilja tekstirnar í niðurløgunum í teimum upptøkum, sum vóru til skjals. Summar av hesum upptøkum eru hundrað ára gamlar og eru gjørdar á fonografvalsir, sum eru tøkniliga ófullfíggjaðir. Ofta vóru vit í iva, og viðhvørt máttu vit gevast á hondum við yvirhøvur at skilja tekstin, eins og tað sæst í lagauppskriftum okkara. Eg vil ikki vísa burtur, at onnurt við betri oyrum og málkenslu enn vit einaferð fara at skilja hesar upptøkur øðrvísi. Okkara fatan stendur í Indexi 3, sum er eitt víðtøkið yvirlit yvir niðurløgini út frá ljóðupptøkum.
Meginluturin av hesum bindi eru tey gott 1.300 løgini við tí tekstinum, sum hoyrir teimum til. Hesar uppskriftir hava støði í 1.570 upptøkum, sum eru valdar burtur úr teimum 2.050, sum vóru tøkar. Eg fór til verka við at skriva eitt uppkast av lagi og teksti til úrvald ørindi av hvørjari av teimum 2.050 upptøkunum. Samstundis vórðu upplýsingar um kvøðara, upptøkumund og -stað, nr. á kvæði, innsavnara o.s.fr. fyri hvørja upptøku sær settar í ein dátugrunn. Eftir at eg fleiri ferðir aftur hevði lurtað eftir øllum upptøkum og granskað bæði tekst og lag, valdi eg upptøkur at reinskriva í nótaforriti. Tað, sum eg legði dent á, tá eg skuldi velja burturúr, var, at umráðandi er at vísa margfeldið í føroyska kvæðalagamentanararvinum, so sum tað kemur fram hjá ymsum kvøðarum í ymsum bygdum ymsar tíðir hesi farnu hundrað árini.