Føroysk telving í 20. øld


Forlag: Talvsamband Føroya
Útgávuár: 1997
Prísur: 150.00
ISBN: 99918-3-028-6
Rithøvundi: Suni Merkistein
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 525

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Av baksíðuni
Líkt er til, at telvað hevur verið í Føroyum longu í víkingatíðini. Ivaleyst er tí, at av øllum spølum og kappingarítrivum, sum til eru nú á døgum, man talv vera hitt elsta her í landinum. Í ongari aðrari kappingargrein eru Føroyar skrásettar fyri so nógvar landsdystir sum í talvi. Slakar 250 í tali. Ímóti ørgrynnu av londum í øllum heimspørtum. Stundum ímóti heimsmeistarum og øðrum heimstelvarum. Fyrsti føroyameistarin var kosin longu í 1938 - tá hevði Aljechin, sum var heimsmeistari, longu verið í Føroyum. Alt hetta verður umrøtt í bókini.

Nortið verður annars við allar høvuðstættir í føroyskari telving. Ljós verður varpað á tann siðsøguliga partin og fyrsta, spírandi kappingarvirksemi tíðliga í øldini, sagt verður frá kappingum um føroyameistaraskapin, tiltikna Wood-borðið, sum føroysk feløg togaðust um í meira enn tretivu ár, fær drúgva umrøðu, vit frætta um føroyskar telvarar í kappingum uttanlands í fimti- og sekstiárunum, og altjóða kappingar, sum vóru í Føroyum longu í sekstiárunum. Rúgvismesti parturin er um tær trettan talvolympiadurnar, sum Føroyar hava verið við í, frá 1970 og frma til dagin í dag.

Nakrir av bestu føroysku telvarunum hava sett viðmerkingar til flestu talvini í bókini, sum eru fleiri enn 200 í tali, og ikki færri enn 300 myndir prýða bókina.

Suni Merkistein. Føddur 1965 í Havn. Fór 15 ára gamal upp í Havnar Telvingarfelag, og hevur verið virkin í hesum felag síðani. Hevur skrivað um talv í bløðunum, í Talvblaðnum, og havt talvsendingar í útvarpinum. Hevur verið á fyrsta liði hjá Havnar Telvingarfelag síðani 1986, og hevur fýra landsdystir á baki.