Songbók Føroya Fólks


Forlag: H.N. Jacobsens Bókahandil
Útgávuár: 1997
Prísur: 150.00
ISBN: 99918-907-1-8
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Sangur, kvæði og vísur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 703


Um bókina - úr formælinum
Songbók Føroya Fólks hevur serstøðu millum føroyskar bøkur, og tí er neyðugt at dagføra hana viðhvørt. Í hesi níggjundu útgávu av songbókini er bólkingin av sangunum gjørd av nýggjum. Allir sangirnir, ið hava staðið í teimum báðum uppískoytunum aftast í undanfarnu útgávunum, eru fluttir í teir bólkarnar, har teir nátúrliga hava heima. Teir nýggju sangirnir, sum eru komnir aftrat í hesi útgávuni eru settir í teir bólkar, har teir hóska best. Einstakir sangir, sum vóru við í áttandu útgávu, eru tiknir burturúr, og nakrir sangir, sum hava verið við í eldri útgávum, men ikki í teimum seinastu, eru tiknir við aftur. Harumframt eru upplýsingar um sangirnar, nær teir eru yrktir, nær og hvar teir fyrst eru prentaðir, kanska um høvið teir eru yrktir til. Orðafrágreiðingar eru settar til tey orð, ið ikki eru so vanlig í nútíðarmáli.
Høvuðssjónarmiðið hevur verið, at hetta er Songbók Føroya Fólks: í henni eru sangir, sum fólki dámar at syngja - fyrst av øllum fosturlandssangir; so við og við eru sangir komnir aftrat, sum hava samband við aðrar fólksligar rørslur, eitt nú fráhaldsrørsluna og arbeiðararørsluna, kvinnurørsluna og friðarrørsluna. Harafturat eru sangir, ið ikki hava samband við nakra ávísa rørslu, sangir um mannalívið, ást, náttúru, børn og mangir aðrir.

- Thorben Johannesen