Nøtabrótari


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 1997
Prísur: 75.00
ISBN: 99918-1-077-3
Rithøvundi: E. T. A. Hoffmann
Umsett: Lena Jacobsen
Evni: Barnabøkur
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 135

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Jólaaftan standa Maria Stálheim og beiggi hennara Fríði spent í myrkrinum og bíða eftir, at jólatræið verður tendrað. Tá ið foreldur teirra lata hurðarnar upp inn í fínustovu, er sjónin bergtakandi: Eitt glógvandi jólatræ við ljósum og fleiri leikum, enn tey nakrantíð høvdu kunnað ímyndað sær. Drosselmeier gubbi hevur gjørt teimum eitt vakurt slott við dansandi gentum og hoppandi monnum, ein snildan leikarev og stór lið av hermonnum. Men Maria gloymir seg heilt burtur, tá ið hon finnur ta síðstu gávuna, sum er fjald undir trænum. Gávan er ein Nøtabrótari, sum hon beinanvegin gerst góð við.

Lesarir í øllum aldri verða bergtiknir av søgunum í søgunum, sum eru eins torgreiddar, sum leikan, ið Drosselmeier gubbi hevur gjørt til Fríða og Mariu. Myndirnar, sum fara líka í smálutir, og sum virðislønti listamaðurin Roberto Innocenti hevur gjørt, eru stórslignar og samansettar heildir, líka frá, tá ið músaherurin ger álop, til ferðina hjá Mariu gjøgnum Góðgætisongina, Jólaskógin og Bommbýin. Ongantíð hevur gleðin og hugnin, ið jólini geva, verið so livandi sum í hesi nýggju útgávuni av Nøtabrótara.
Víst verður hetta ein virðismett frásøgn, ið vinir og familja fara at gleðast um og taka fram aftur eftir jól.

E.T.A Hoffmann (1776-1822) var týskur rithøvundi, listamaður, tónasmiður og serskøltur. Søgur hansara eru kendar fyri síni ævintýrligu evni. Trý av ævintýrum hansara vóru grundarlagið undir operaini hjá Offenbach, "Tales of Hoffmann". Best kendu verk hansara eru "Nøtabrótari" og "Músakongurin" (1816), sum gav Thaikovsky íblástur til at skriva kendu ballettina "Nøtabrótarin".

Roberto Innocenti var borin í heim 16. februar 1940 í Bagno a Ripoli, sum er ein lítil býur nær Florence í Italia. Búskaparkreppan eftir kríggið gjørdi, at hann trettan ára gamal fór at arbeiða í eini stálverksmiðju. Hann hevði ongantíð gingið í listaskúla, tá ið hann átjan ára gamal fór til Rom at arbeiða í einum teknifilmsstudio. Afturkomin til Florence, fór Innocenti at myndprýða bøkur og tekna film og plakatir fyri sjónleikarahús. Innocenti býr nú í Florence saman við konu síni og dóttrini Alessandru.