Berur kristindómur


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 1997
Prísur: 50.00
ISBN: 99918-44-25-2
Rithøvundi: C. S. Lewis
Umsett: Teodor Hansen
Evni: Andaligar bókmentir
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 207


Av baksíðuni
C.S. Lewis er føddur í 1898. Hann las í eitt ár á Malvern College og síðan á einum heimaskúla. Hann tók gott prógv á lærda háskúlanum í Oxford og gjørdist so lærari á Magdalen College 1925-54. Í 1954 gjørdist hann professari í miðaldar- og renæssancabókmentum á lærda háskúlanum í Cambridge. Lewis var framúr dugnaligur og væl dámdur fyrilestrarhaldari, og hann hevði áhaldandi ávirkan á næmingar sínar.
C.S. Lewis var í mong ár gudsavnoktari og lýsir umvending sína í "Surprised by Joy": 'Um heystið í 1929 gav eg upp og viðgekk, at Guð var Guð...kanska hin dirvisleysasta og drálandi umvendingin í øllum Onglandi.' Tað var henda upplivingin, sum hjálpti honum at skilja ikki bara líkasælu, men eisini stríðandi illvild ímóti at góðtaka átrúna.
Sum kristin høvundur, við frágera greiðum og skilvísum hugsunarhátti, og greidligum og livandi skrivihátti, bar hann av øllum. "The Problem of Pain", "The Screwtape Letters", "Mere Christianity", "The Four Loves" og "Prayer: Letters to Malcolm" eru bara nøkur av nógv seldu verkum hansara. Hann skrivaði eisini nakrar góðar barnabøkur og spennandi framtíðarskaldsøgur, umframt viðgjørt nógvar bókmentir.
Bókmentaverk hansara vóru verða seld í milliónatali um allan heim. C.S. Lewis doyði í heimi sínum í Oxford hin 22. november í 1963.

Kirsten Arup Mogensen týddi til danskt.
Theodor Hansen týddi eftir donsku týðingini.

Bókin er ein av teimum best umtóktu lýsingunum, hvat kristindómur veruliga er - og ikki er. Lewis hevur strembað eftir at halda seg til tað, sum øll sonn kristin fólk altíð hava verið felags um - at trúgva. Bókin var hildin sum útvarpsfyrilestrar í BBC, og teir vóru sera væl umtóktir. Lewis hevur framúrskarandi evni at bera fram próvgrundir fyri veruleika Guðs og gera hina kristnu trúnna skilliga og skilvísa, við tað at hann nýtir nógvar myndir og nógv dømi úr gerandislívinum. Eisini hin kristna siðalæran og øll sjónarmiðini henni viðvíkjandi verða lýst sera hugvekjandi andskveikjandi. Hetta er ein bók, sum á serligan hátt víkur á okkum, sum trúgva, og eisini tey, sum enn eru ikki sannførd um kristindómin.