Smuglarar


Forlag: Nýlendi
Útgávuár: 2003
Prísur: 35.00
ISBN: 99918-40-23-0
Rithøvundi: Arthur Omre
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 173


Um bókina og rithøvundan
Norski rithøvundurin Arthur Omre (1887-1967) var 48 ára gamal, tá ið hann gjørdi frambrot sítt við bókini "Smuglere". Men hóast hann var seinur á veg, var hetta ein stórfingin byrjan. Hann hugtók lesararnar sum fáur við spennandi evnum sínum og stíli. Frammanundan hevði hann m.a. verið sjómaður, teknari og blaðmaður - bæði heima í Noregi og í Amerika.

Smuglarar

"Smuglarar" er viðgitin og best dámda skaldsøgan hjá Arthur Omre. Hon er prentað ótaldar ferðir á fleiri málum, síðan hon kom út fyrstu ferð í 1935. Svenski Nobelvinnarin Eyvind Johnson var so hugtikin av henni, at hann týddi hana til svenskt í 1951.
Skaldsøgan fer fram á Osloleiðini og norðureftir í Vestfold fylki. Hendingarnar fara fram í 1920-árunum, tá ið brennivínsbann ráddi, og lýsir fátækradømið og tátíðar útvegir at vinna sær pengar á lættan hátt - spruttsmugling.
Rithøvundurin gevur okkum eina góða lýsíng av menniskjunum í smuglaraumhvørvinum, sum skiftir millum bjartskygni, vón, iva og ótta. Tað var eingin sjálvfylgja at eiga mat á borðið í Noregi um hetta mundið. Mest snýr bókin seg um ein byggifrøðing, sum av tilvild gerst smuglari og kemur í klandur við samfelagið. Nærlagdur skrivar rithøvundurin um hesa spennandi, men ólógligu vinnu. Men spælið er ikki bara spennandi. Tað er ógvuliga vandamikið, tí løgreglan hevur eyguni eftir kúllunum.

Skaldsøgan "Smuglarar" er spennandi sum ein krimibók.

"Vit byrja har frammi og skipa tvey hundrað geneverkassar yvir til skotarnar. So skipa teir tvey hundrað whiskykassar um borð til okkara. Og so kanna báðir partarnir vøruna. Vit býta javnt: eina geneverkrukku aftur fyri eina whiskyfløsku. Teir smugla geneverdroparnar til Skotlands. Vit smugla whiskydroparnar inn onkraaðrastaðni..."