Fuglar og fólk Súlur og siðir


Forlag: Sjónvarp Føroya
Útgávuár: 1995
Prísur: 198.00
ISBN: ---
Rithøvundi: Zacharis Hammer
Evni: Bygda- og lokalsøgur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 0


Um filmin
Fuglar og fólk

Vit vitja á oynni og tosa um livikorini fyrr og nú. Sum ferðamannaoyggj skarar Mykines framúr, og tað setur eisini sín dám á sendingina. Men talan er um eitt fuglapláss burturav. Fyri fyrstu ferð er eitt sjónvarpslið sloppið við, tá menn um dagin fara út í Flatadrang at sláa súlu. Hetta er fyrra sending hjá Zacharias Hammer og Bjarnheðin í Hoyvík um Mykines.

Frásøgurødd: Búi Brattaberg, greiður frá søgu Mykinesar, ferðafólkastreyminum, um grundarlag fyri landbúnaði, um lundar, um søgnina um súluna o.a.

Súlur og siðir

Saman við 34 monnum verður farið út í Hól eftir súlu. Vit fara tíðliga á kvøldi í besta veðri. Í náttarmyrkrinum fara vit niður á tær fimm røkurnar. Vit fylgja arbeiðinum - bæði tá menn siða, tá teir taka upp, og tá fongurin verður býttur. Vit fylgja eisini teimum ungu, sum sleppa at royna seg fyri fyrstu ferð. Vit skifta orð við tey gomlu um týdningin av súluni, og vit hoyra um ymsar siðir í sambandi við hendan stórbæra fuglin.

Frásøgufólk er Oskar Joensen.

Lagt til rættis hevur: Zacharias Hammer
Upptøkur: BíH og ZH.
Sett saman: Bjarnheðin í Hoyvík
Hjálparmaður: Rógvi Hansen
Tónleikur: KODA: Finnur Hansen og Leivur Thomsen
Grafikkur: Svenn Bergur Jensen