Ókunnufólkini, bók og band


Forlag: Føroya Lærarafelag
Útgávuár: 2003
Prísur: 150.00
ISBN: ---
Rithøvundi: Alison Prince
Evni: Ljóðbøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 0

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina og ljóðbandið
At hoyra er líka so gott sum at síggja.

Ljóðbókin kann, eins væl og prentaða bókin, veita eina bókmentaliga uppliving. Næmingur, sum hevur lurtað eftir einari bók, hevur allan rætt at siga seg at hava lisið bókina. Næmingurin ger sum hann vil, um hann fylgir við í bókini, ella um hann bara lurtar.

Lesivenjing.
Bók og band kunnu stimbra lesingina. Næmingurin lurtar eftir bandinum ella fløguni, meðan hann samstundis fylgir við í bókini. Eitt gott hugskot er at halda einum bókamerki oman fyri regluna, ið lisin verður.
Hildið verður, at hetta gagnar lesingini, tí at næmingurin gjøgnum eygað og oyrað fær bæði eina lestrarliga og eina málsliga uppliving.

Um bondini: 3 bond.
Øll bondini: tillagað lesing.

Lesiferðin er lagað til lesitilfarið á hesum torleikastigi. Næmingurin kann fylgja við í bókini, meðan lurtað verður.

Lesivenjing: Lisið verður somikið seint, at næmingurin lættliga kann fylgja við, meðan lisið verður. Sagt verður frá, tá farið verður á nýggja blaðsíðu.