Lossingarmenn í Havn


Forlag: Føroya Fróðskaparfelag
Útgávuár: 2003
Prísur: 268.00
ISBN: 99918-41-37-7
Rithøvundi: Erland Viberg Joensen
Evni: Fólkalívsfrøði
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 412


Av baksíðuni
Gongur tú ein kaitúr út á Molan í dag kemur tú fram við nýggjum pakkhúshøllum og havnarhylinum Skansabryggjuni ella Nýhavnini, sum hon eisini verður nevnd. Kranar svinga, stakkar og trukkar lyfta og koyra, og lossingarmenn í hjálmi og einslittum arbeiðsbúnum handfara nýmótans hent lossitól. Lið um lið síggjast virknir sum óvirknir minnisvarðar av aldagomlu og nýggju lossingini. Tað, eygað sær, er eitt ítøkiligt umhvørvi og arbeiði.
Tað, eygað ikki sær, er "farna verk" lossingarmanna. Lossing og lastin av skipum er eitt sisyfosarbeiði. Einki beinleiðis varandi úrslit sæst aftur, og tað er sum Kári P. sær tað "endurføðast hvønn ein dag". At eygleiða Kaiina og hennara menn er sum at stíga inn í eitt samfelag, sum ikki eigur sína skrivaðu søgu, men sum einans leysliga hevur varðveitt søgur um til dømis damparan hjá Jóini: "Teir kallaðu ein Jóin íslendarin. Tá ið hann skuldi giftast, tá eg prestir segði við hann, at hann kundi ikki giftast, tí hann tjenti jú einki. 'Jú', segði hann, 'ein saltdampari var væntandi'..."