Per og eg


Forlag: Føroya Lærarafelag
Útgávuár: 1979
Prísur: 45.00
Rithøvundi: Martin Næs
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 53


Um bókina
- Per og eg eru ikki bara góðir vinir, men viðhvørt eru so sanniliga eisini óvinir.
- Altíð er tað hann, sum ger tað besta, tað vakrasta og tað rættasta - og eg, sum geri alt hitt.
- Allastaðni er nóg mikið av plássi at spæla á. Men tá ið Per og eg spæla, gongur bara ein lítil løta, so rópa fólk og biðja okkum fara onkra aðrastaðni. Tí vit mugu ikki bróta rútarnar. Ikki ganga í grasinum. Ikki traðka hegnið niður. Ikki dálka klæðini á snórinum og so framvegis. Vit gera ongum ónáðir. Vit vilja bara sleppa at spæla sum børn og ikki sum tey vaksnu.